Fleiri mál samtykt

Fleiri mál samtykt
ALS-skipanin bleiv longd og hjálparpakki 3 bleiv samtyktur, men landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk ikki heimild at steingja skeinkistøðini
 
20.06.2020 - 12:37

Fleiri lógaruppskot blivu endaliga samtykt á løgtingi í gjár, eftir at samtykt varð at víkja frá øllum tíðarfreistum og viðgerðarstigum, so at 2. og 3. viðgerðir kundu avgreiðast sama kvøld. 

Sostatt kundi løgtingið í gjár samtykkja fleiri uppskot, ið høvdu samband við støðuna við Covid-19. 

Skjótastu viðgerðina fekk uppskotið til eykajáttingarlóg, ið ein samd vinnunevnd legði fyri tingið í gjár. Uppskotið snúði seg um at landskassin endurrindar ALS 20 milliónir krónur, ið er metti kostnaðurin av at leingja COVID-19 stuðulsskipanina í ALS til 31. august.

Uppskotið bleiv lagt fram í gjár og bleiv samtykt bæði við 2. og 3. viðgerð við 20 atkvøðum fyri, ongari ímóti og einari blankari. 

Og við fíggingini upp á pláss samtykti løgtingið eisini at leingja um skipanina til 31. august, hóast ALS-stýrið, landsstýrismaðurin í vinnumálum og Fakfelagssamstarvið hava mælt frá tí. 

Vinnunevndin mælti kortini til nakrar broytingar, ið eisini blivu samtyktar. Harímillum, at tað ikki longur er loyvt fyritøkum at siga fólki upp, meðan tey eru í koronuskipanini. Arbeiðsgevarin skal sostatt sjálvur gjalda fulla løn í uppsagnartíðini. 

Hjálparpakki 3 samtykur
Hjálparpakki 3, ið er stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19, bleiv eisini samtyktur. 

Ein samd vinnunevnd fekk kortini broytt uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum soleiðis, at stuðulstíðarskeiðið verður longt frá 30. juni til 31. august 2020.

Harumframt bleiv lógaruppskotið um at eftirgeva Framtak lán, ið er partur av hjálparpakka 3, eisini samtykt. 

Stuðul til mentan
Og listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligir felagsskapir kunnu nú eisini fáa endurgjald í sambandi við COVID-19. Tí eisini tað uppskotið bleiv samtykt við 2. og 3. viðgerð í gjár. 

Ymiskar broytingar blivu kortini gjørdar í uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum. 

Millum annað bleiv tíðarskeiðið listafólk kunnu fáa stuðul úr skipanini longd við tveimum mánaðum, hámarkið fyri stuðul til tónleikafestivalar bleiv hækkað út 75 til 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av festivalinum og minstamarkið fyri mista inntøku hjá almannagagnligum felagsskapum, ið er treytin fyri at fáa stuðul, varð minkað úr 100.000 krónum niður í 50.000 krónur. 

Og eykajáttanarløgtingslógin fyri juni 2020 varð eisini samtykt við 13 atkvøðum fyri, einari ímóti og seks blonkum. 

Aftur í nevnd
Eitt uppskot, sum ikki bleiv samtykt í gjár, var uppskotið til at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum.

Ein meiriluti í vinnunevndini við tingfólkum úr bæði samgonguni og andstøðuni mæltu frá at samtykkja uppskotið, meðan Christian Andreasen var einsamallur í minnilutanum, ið mælti til at samtykkja uppskotið.

Sostatt bendi nógv á, at uppskotið fór at falla, men áðrenn tað kom til atkvøðugreiðslu legði Christian Andreasen uppskot fram um at  beina málið aftur í nevnd. Og tað bleiv samtykt við 14 atkvøðum fyri og 12 ímóti.

Tingfundur verður aftur mánadagin klokkan 15, tá framløga er á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979