Smittar bæði fólk og minkar

Smittar bæði fólk og minkar
Hava møguliga funnið eitt nýtt slag av koronasmittuni í Hjørring
Koronasmittan breiðir seg aftur í Hjørring
 
20.06.2020 - 11:42

Koronavirusið hevur broytt seg í Norðurjútlandi, og smittar bæði fólk og minkar, skrivar Berlingske.

Tað er kortini ógreitt, um minkarnir hava smittað fólkini, ella um fólkini hava smittað minkarnar.

Smittan hevur havt við sær, at meir enn 50 fólk av hvørjum 100.000 fólkum eru smittað í kommununi, skrivar blaðið.

Talan er um fólk í einum eldrasambýli.

Nýtt slag
Anders Fomsgaard, yvirlækni, sigur við TV2, at sama slag smitta er funnin hjá fólkunum og hjá minkunum. Hetta slagið av virus er ikki at finna aðrastaðni í Evropa, sigur yvirlæknin. So talan er neyvan um smittu, sum er komin úr øðrum londum, sigur hann.

Leiðarin fyri almannaskipanina í Hjørring, Leif Serup, upplýsir, at 32 starvsfólk á eldrasambýlinum eru send heim, tí tey hava korona, og fimm hava tekin um korona. 13 búfólk hava eisini fingið staðfest korona.

Kommunan í Hjørring hevur harumframt staðfest smittuna á trimum ymsum skúlum í kommununi.

Allir minkarnir, sum vóru millum 10.000 og 11.000 í tali, eru avlívaðir.

Fyrrverandi stjórin í Serumstovninum, Nils Strandberg Pedersen, sigur við DR, at gongdin í Hjørring greitt vísir, at eingin veit hvussu koronavirusið kann broytast. Og tað vísir eisini, at ein sum fær virusið, kann smitta nógv onnur, leggur hann aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532