Væntandi klárt um mánaðarskiftið august-september

Væntandi klárt um mánaðarskiftið august-september
Reiðaríið hjá Norðborg hevur funnið blokk og krumtapsaksil hjá einum upphøggjara í USA
Skaðin, sum Norðborg fekk 20. juni, fer at kosta meira enn 10 milliónir at umvæla
 
06.07.2020 - 12:49

Norðborg verður væntandi klár at fara til fiskiskap aftur um mánaðarskiftið august-september. Reiðaríið í Klaksvík hevur funnið blokk og krumtapsaksil hjá einum upphøggjara í USA.

Hann keypti ein motor, sum fór til Suður-Korea í 2009, men er ongantíð brúktur. Lutirnir, sum viga 25 tons, skulu koyrast úr New York til Halifax, haðani eitt skip hjá Eimskipi fer eftir teimum mikudagin. 

Teir eru so í Klaksvík tann 23. juli. Síðani ganga fýra-fimm vikur at seta teir í Norðborg. Blokkurin hjá Norðborg brotnaði 20. juni, tá skipið var til fiskiskap. Við øllum kostar skaðin yvir tíggju milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425