Fólk í Ánunum klaga aftur um gang frá skipum

Fólk í Ánunum klaga aftur um gang frá skipum
Borgararnir siga, at síðani 19. juli hava tvey skip órógvað borgararnar
Borgararnir skriva til býráðið, at gangurin hevur neiliga ávirkan á heilsuna hjá vaksnum og børnum
 
27.07.2020 - 09:34

Borgarar úr 12 av 15 húsum í Ánunum hava skrivað undir áheitan til allar býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu.

Orsøkin er, at síðani í 2017 hava tey heitt á kommununa um at sleppa undan larminum frá nøkrum ávísum skipum, men uttan úrslit. 

Borgararnir skriva til miðlarnar, at síðani sunnukvøldið 19. juli hava tvey skip, sum órógva borgararnar, ligið í Ánunum.

Sagt verður, at fólk eru rýmd av húsum, tí tey fáa ikki sovið fyri ganginum. Borgararnir skriva til býráðið, at gangurin hevur neiliga ávirkan á heilsuna hjá vaksnum og børnum, sum ikki fáa sovið fyri larminum.

Ikki fyrstu ferð

Hetta er ikki fyrstu ferð, at klagað verður um gangin frá skipum í Ánunum. Fyrr í ár gav Løgtingsins umboðsmaður Klaksvíkar kommunu átalu fyri ikki at hava svarað felagnum Heimafriði, tá felagið hevur sent fyrispurningar til kommununa og roynt at fingið fund í lag við kommununa um júst somu støðu.

Til spurningin um gangin frá skipum segði Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni fyrr í ár, at tá ið málið um at tálma ella steðga óljóði frá skipum við bryggju er eitt mál, sum er til viðgerðar, og í løtuni liggur til politiska støðutakan, ger løgtingsins umboðsmaður ikki meira við hendan partin av málinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136