Eldraøkið framvegis ikki eftirmett

Eldraøkið framvegis ikki eftirmett
- Men eftirmetingin er byrjað so smátt, sigur landsstýriskvinnan, sum tó ikki veit, nær hon verður liðug.
 
02.09.2020 - 10:42

Eftirmetingin er byrjað so smátt, men illa ber til at siga, nær hon verður liðug.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, í svari til Heðin Mortensen, løgtingsmann, um eldraøkið.

Sambært lógini um eldraøkið, sum kom í gildi 1. januar 2015, skuldi eldraøkið endurskoðast um fimm ár, og tað er í ár.

Kommunufelagið og Almannamálaráðið hava havt fundir um málið, sigur landsstýriskvinnan.

Men allir partar skulu vera við í arbeiðinum at endurskoða og taka undir við arbeiðssetningum, sigur hon.

Og illa ber til at siga, nær ein endalig eftirmeting er gjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847