- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her eru seinastu koronutilmælini
Ongar gudstænastur vera jólaaftan og jóladag, skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 22, og allir jólagestir uttanlands skulu í heimauppihald, til teir hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag eftir komu til Føroya.
Tað er nøkur av koronutilmælunum, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, legði fram á tíðindafundi í Kringvarpinum seinnapartin í sambandi við jólahøgtíðina.
Tilmælini eru hesi:
- Allir jólagestir eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
- Allir jólagestir eiga at fara í heimauppihald, til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag.
- Jólagestir eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.
- Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.
- Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17.desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22.
- Mælt verður til, at allar ítróttakappingar innandura verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar.
- Tað er skilabest, at bert ein persónur í húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.
- Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
Seinastu tøkini
Løgmaður segði, at jólahøgtíðin og nýggjárið kunnu verða okkara seinastu avbjóðingar í koronustríðnum, og tí ræður um at taka seinastu tøkini á mál. Smittan er aftur farin at gera um seg í okkara samfelag. Aðrastaðni er smittutrýstið rættiliga stórt, og tað ávirkar eisini okkum, segði hann.
Bárður á Steig Nielsen segði seg vera ernan av, hvussu vit sum samfelag higartil hava handfarið koronufarsóttina:
- Tað er ótrúligt, hvussu áhaldin øll hava verið. Eg má eisini rósa øllum fyri at finna loysnir í hesum truplu tíðum. Vónandi nærkast vit einum enda á hesum. Nú skulu vit fyrst standa saman við at vera hvør sær um jólahøgtíðina og á nýggjárinum. Koppingarevnið nærkast í hvørjum, og tað fer vónandi at gera stóran mun, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum.
Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, var eisini við á tíðindafundinum í dag.