IRF ongar viðmerkingar

IRF ongar viðmerkingar
Leiðslan í IRF vil ikki gera viðmerkingar um avgerðina hjá meirilutanum í Tórshavnar býráð um ikki at leggja saman við IRF
 
07.01.2021 - 06:11

IRF hevur nevndarfund tann 21. januar - í Havn. Ikki fyrr enn eftir tann fundin fer IRF at gera viðmerkingar, sigur Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF. 

Í samstarvsskjalinum hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í býráðnum í Tórshavnar kommunu stendur stutt og greitt:

"Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar."

Arbeiðsbólkur longu settur

Tað var annars Tórshavnar kommuna, sum á vári í 2018 heitti á IRF um at kanna møguleikarnar fyri, at Havnin gerst limur í IRF og fær somu rættindi og skyldur sum tær 28 limakommunurnar í IRF. 

Býráðið í Havn samtykti einmælt í juni í fjør at játta 800.000 krónur til uttanhýsis kanning um tørvin á brennistøð.

 >> SÍ EISINI Einki samstarv um ruskbrenning

Býráðið samtykti síðst í januar í fjør at seta arbeiðsbólk at lýsa fíggjarligar fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð saman við IRF, ella um tað framhaldandi skulu vera tvær brennistøðir í landinum. 

Arbeiðsbólkurin skuldi millum annað kanna, hvussu nógv ein nýggjur ovnur afturat verandi ovni á Sandvíkarhjalla kostar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974