Ungdómsráð skipað í Eysturkommunu

Ungdómsráð skipað í Eysturkommunu
Kommunan samtykti á seinasta býráðsfundinum at stovna eitt ungdómsráð
 
04.03.2021 - 06:17

Eitt ungdómsráð verður nú stovnað í Eysturkommunu. Á býráðsfundi hósdagin í síðstu viku samtykti býráðið at skipa eitt ungdómsráð í Eysturkommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Sjey fólk skulu vera í ráðnum; eitt úr 6.flokki, eitt úr 7.flokki, eitt út 8.flokki, eitt úr 9.flokki og eitt úr 10.flokki og tvey umboð fyri Eysturkommunu.

Minst ein fund um árið

Í barna - og ungdómspolitikkinum hjá Eysturkommunu “Børn og ung - okkara felags ábyrgd”, sum varð samtyktur í juni 2018, stendur millum annað:

"At skipast skal ungdómsráð, har børn og ung hava møguleika at greiða býráðnum frá og siga sína hugsan."

Ráðið er ein hugskotsbanki, har børn og ung viðgera viðkomandi mál í samfelagnum. Ungdómsráðið hevur fund við býráðið minst einaferð árliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329