600 áskoðarar til hondbóltslandsdyst

600 áskoðarar til hondbóltslandsdyst
Næsta sunnudag spælir føroyska hondbóltslandsliðið við monnum undankappingardyst móti Ukreina í Høllini á Hálsi. 600 fólk sleppa í høllina at hyggja
Høllin á Hálsi: Nú røkist fyri, at føroysku spælararnir sleppa at spæla
 
09.03.2021 - 14:46

600 áskoðarar sleppa at hyggja at landsdystinum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum í Høllini á Hálsi móti Ukreina sunnudagin.

Tað skrivar Hondbóltssambandið. 

Eingin almenn atgongumerkjasøla verður til dystin. Føroysku hondbóltsfeløgini hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum at luta út.

Ætlanin er at býta høllina upp í tríggjar partar við 200 áskoðarum í hvørjum, skrivar HSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334