Tríggjar hálvfinalur í hondbólti í dag

Tríggjar hálvfinalur í hondbólti í dag
Í SMS-deildini verða tvær hálvfinalur spældar í dag, meðan Burn-deildin bjóðar upp á eina hálvfinalu.
KÍF má vinna í Hoyvík, um finaluplássið skal verða veruleiki
 
03.04.2021 - 11:45

Mansliðini hjá H71 og KÍF spæla aðru hálvfinaluna sína millum, tá tey hittast í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 20.

Spenningurin er stórur, tí hóast H71 vann fyrstu hálvfinaluna í Kollafirði við einum málið, er munurin somikið lítil millum liðini, at dysturin í kvøld kann fara báðar vegir.

Um KÍF megnar at vinna í kvøld, skulu liðini spæla eina avgerandi triðju hálvfinalu mikukvøldið.

Kvinnurnar seta hol á 

Í SMS-deildini verða tvær hálvfinalur spældar í dag. Tað eru fyrstu hálvfinalurnar millum Kyndil og Neistan, sum verður spæld í Kollafirði, og H71 og StÍF, sum verður í Hoyvíkshøllini.

Dysturin í Kollafirði byrjar klokkan 16.00, meðan tann í Hoyvík byrjar klokkan 17.30.

Krinvarpið stroymir H71-StÍF og H71-KÍF á heimasíðuni, kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672