Metnógv fólk kring heimin roykja

Metnógv fólk kring heimin roykja
Seinastu níggju árini er talið av roykjarum vaksið við 150 milliónum
 
30.05.2021 - 15:05

1,1 milliard fólk roykja, og tað er meir enn nakrantíð áður. Seinastu níggju árini er talið av roykjarum vaksið við 150 milliónum. Tað sigur ein kanning, sum er almannakunngjørd í læknatíðarritinum Lancet.

Sambært kanningini kostaði royking næstan átta milliónir mannalív í 2019, og seinastu 30 árini eru meir enn 200 milliónir fólk deyð av royking.

Byrja at roykja 19 ára gomul

Kanningin í Lancet sigur, at 89 prosent av øllum, sum byrja at roykja, verða bundin av nikotini, áðrenn tey eru fylt 25 ár. Bara fá byrja at roykja, eftir at tey eru fylt 25.

Tað er serliga í tíggju londum, at fólk roykja illa. Hesi londini eru Kina, India, Indonesia, USA, Russland, Bangladesh, Turkaland, Vietnam og Filipsoyggjarnar. Tveir av hvørjum trimum roykjarum kring heimin búgva í einum av hesum tíggju londunum.

Bara í Kina verður mett, at 341 milliónir fólk roykja. Sambært kanningini er miðalaldurin á teimum, sum byrja at roykja, 19 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659