ES og Bretland gjørt avtalu um fiskivinnu

ES og Bretland gjørt avtalu um fiskivinnu
Upplýst verður, at avtalan fevnir um fleiri fiskasløg í Norðsjónum, sum hava týdning fyri donsku fiskivinnuna
Einki verður sagt um, hvat avtalan fevnir um, tí fiskimálaráðharrarnir í ES skulu fyrst góðkenna hana
 
03.06.2021 - 08:30

ES og Bretland hava gjørt sína fyrstu avtalu um fiskivinnu eftir brexit. Tað upplýsir danska ráðið fyri matvørur, landbúnað og fiskivinnu, sambært DR.

Einki verður nevnt um, hvat avtalan fevnir um, tí fiskimálaráðharrarnir í ES-londunum skulu fyrst góðkenna avtaluna.

Upplýst verður, at avtalan fevnir um fleiri fiskasløg í Norðsjónum, sum hava týdning fyri donsku fiskivinnuna.

Við avtaluni verður greitt, hvat og hvussu nógv danskir fiskimenn kunnu fiska í bretskum sjógvi í ár.

Føroyar og Bretland hava onga avtalu um sínámillum fiskiskap í ár. Avtalað er, at londini í heyst aftur fara at tosa um eina fiskirættindaavtalu fyri 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744