Brúktu dronu at leita eftir manni

Brúktu dronu at leita eftir manni
Hann hevði gingið seg fastan í brattlendi
 
03.07.2021 - 15:56

Um hálvgum eitt tíðina í gjár fekk politiið boð frá einum manni, sum var farin ein túr í hagan omanfyri Kunoyarbygd. Maðurin hevði gingið seg fastan í brattlendinum og hættaði sær ikki at ganga víðari einsamallur.

Talan var um ein føroying, sum ikki var staðkendur.

Sløkkiliðið í økinum fekk boð frá politinum og sendi eina dronu avstað at leita eftir manninum, sum skjótt varð funnin. Staðkendur menn fóru til hansara og vístu honum oman aftur í bygdina í øllum góðum.

Beint áðrenn klokkan fýra seinnapartin í gjár fekk politiið boð um, at ein hundur gekk leysur við eitt høsnarhús í Sandagerði.

Hundurin gjørdi av við eina hønu, áðrenn tann, sum átti hønurnar, fekk fatur á honum.

Hundaeigarin kann nú vænta sær eitt endurgjaldskrav fyri hønuna umframt eina bót fyri at lata hundin ganga leysan.

Politiið sigur annars, at flestu hundaeigarar ansa væl eftir ikki at lata hundin ganga leysan. Tað eru ofta tey somu, sum loyva hundinum út einsamøllum og uttan at vera í bandi.

Annars hevði løgreglan eitt sindur at gera við fullum fólki í nátt. Ein maður hótti við at leypa á sjógv og taka lívið av sær, men tað spældi kortini væl, verður sagt frá politinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037