Fyrrverandi hermenn úr Kolumbia myrdu forsetan í Haiti

Fyrrverandi hermenn úr Kolumbia myrdu forsetan í Haiti
Politiið í Haiti sigur nú, at tað vóru fyrrverandi hermenn úr Kolumbia, sum myrdu forsetan í Haiti fyrr í vikuni. 17 av teimum eru handtiknir. Tað skrivar BBC á heimasíðuni
Tveir av handtiknu monnunum í sambandi við morðið á forsetan í Haiti
Mynd: AP  
 
09.07.2021 - 07:24

17 fyrrverandi hermenn úr Kolumbia framdu morðið á forsetan í Haiti. Tað upplýsir politiið í Haiti, sambært BBC. 

Tríggir av gerningsmonnunum eru deyðir í skotbardaga við politiið, meðan átta mans framvegis eru leysir, sigur politiið.

Í alt 26 fólk vera hildin at hava verið við troka seg inn í privata bústaðin hjá forsetanum í Haiti, Jovenel Moise, fyrr í vikuni og skutu hann til deyðis, meðan kona hansara eisini fekk álvarsamar løstir. 

Hon er nú á sjúkrahúsið í Florida og fær viðgerð fyri løstirnar.

 

Ikki greitt hvør samskipaði

Tað er ikki greitt, hvør legði álopið til rættis, ella hvat motivið er fyri morðinum, skrivar BBC.

Fyribils forsætisráðharrin í Haiti, Claude Joseph, sigur tó við BBC, at forsetin møguliga var myrdur, tí hann setti seg upp ímóti oligarkum í Haiti.

Forsetamorðið hevur elvt til ruðuleika og ófrið á gøtunum í Haiti, skrivar BBC, tí tað er ikki greitt í løtuni hvør í roynd og veru hevur valdið í landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744