Sterkir Champions League-bólkar

Sterkir Champions League-bólkar
Manchester City og Paris Saint-Germain komu í bólk saman, og Bayern München og Barcelona komu í bólk saman, tá Champions League-lutakastið var í dag
 
26.08.2021 - 18:16

Lagt er upp til nakrar sera spennandi dystir, tá Champions League-kappingini byrjar aftur í heyst. 

Lutakastið var í dag, og millum annað endaðu so sterk feløg sum Manchester City og Paris Saint-Germain í bólki saman, og tað sama gjørdu Bayern München og Barcelona. 

So statt skal Lionel Messi spæla móti sínum gamla venjara í Barcelona, Pep Guardiola, meðan nýggja Barcelona liðið skal royna seg móti mæta Bayern. 

 

United aftur móti Villareal

Liverpool kom í bólk saman við Atletico Madrid, Porto og AC Milan, meðan Manchester United aftur skal dystast móti Villareal, sum United tapti móti í Europa League-finaluni seinasta kappingarár. Hini liðini í bólkinum hjá United eru Atlanta og Young Boys. 

Chelsea skal spæla móti Juventus og Zenit og Malmö. 

Champions League-lutakastið merkir, at tey stórur feløgini ikki hava møguleika fyri at spara spælarar til í kappingini, men mugu veruliga royna at binda um heilan fingur, fyri at tryggja sær luttøku víðari í kappingini. 

Tað fer at seta stór krøv til hópin hjá feløgunum, men felags fyri tey stóru liðini er, at tey hava rættiliga breiðar hópar. 

 

Bólkarnir eru:

Group A: Man. City, Paris, Leipzig, Club Brugge.

Group B: Atlético, Liverpool, Porto, Milan.

Group C: Sporting CP, Dortmund, Ajax, Beşiktaş.

Group D: Inter, Real Madrid, Shakhtar, Sheriff Tiraspol.

Group E: Bayern, Barcelona, Benfica, Dynamo Kyiv

Group F: Villarreal, Man. United, Atalanta, Young Boys.

Group G: LOSC, Sevilla, Salzburg, Wolfsburg.

Group H: Chelsea, Juventus, Zenit, Malmö.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815