Elias og Vár best umtóktu nøvnini í fjør

Elias og Vár best umtóktu nøvnini í fjør
Onnur vælumtókt nøvn í 2020 vóru Aria og Benjamin.
Tey flestu, sum fingu navn í fjør, eita Vár og Elias.
 
01.09.2021 - 11:04

Elias og Vár vóru best umtóktu dreingja- og  gentunøvnini í fjør, vísir eitt yvirlit hjá Hagstovuni.

Bestu umtóktu gentunøvn eftir Vár vóru Aria, Eir, Emma, Hanna, Lilja, Lív og Tóra. Onnur vælumtókt gentunøvn í fjør vóru Barba, Lóa, Nora, Olivia og Ranja.

Best umtóku dreingjanøvnini eftir Elias vóru Benjamin, Levi, Lukas, Brandur, Hákun og Mattias. Onnur vælumtókt dreingjanøvn í 2020 vóru Filip, Bartal, Liam og Silas.

Maria og Jákup

Vanligastu konufólkanøvnini í Føroyum 1. januar vóru Maria, Anna og Annika. 

Hjá mannfólki hava nøvnini Jákup og Jógvan verið nummar eitt og tvey síðani 2001. 

Dupultnøvnini eru ikki so vanlig longur, sum tey hava verið. 

Anna Maria og Hans Jacob

Millum 100 tey mest vanligu konufólkanøvnini í fjør vóru bara tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía.

Millum mannfólkanøvnini er bara eitt dupultnavn, Hans Jacob.  

Fá meira at vita um yvirlitið yvir nøvn her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425