Føroyingar fáa nú eisini tilboð um triðja prikið

Føroyingar fáa nú eisini tilboð um triðja prikið
Heilsuverkið kallar tey inn, sum fáa tilboð um at verða koppsett eina ferð aftrat
Landsstýrismaðurin í heilsumálum tekur undir við, at føroyingar í vandabólki eisini fáa triðja prikið.
 
03.09.2021 - 15:44

Føroyingar í vandabólki fáa nú eisini tilboð um eitt prik aftrat fyri koronu.

Tað váttar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri útvarpinum í dag.

Danir eru farnir at bjóða borgarum, sum eru í vandabólki, og hava sera vánaliga immunverju, triðja prikið, og landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fingið tilmæli um at gera tað sama. 

Og tað tekur hann undir við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

Tað snýr seg fyrst og fremst um fólk við serligum blóð- og mergsjúkum, fólk í dialysu og fólk, sum hava fingið kemoviðgerð seinasta árið.

Heilsuverkið kallar tey inn, sum fáa tilboð um triðja prikið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847