- Í summum førum er skilabest at leiga

15.09.2021 - 11:56
AktueltPolitikkur
- Í summum førum er skilabest at leiga
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur svarað eina §52 a fyrispurning um leiguavtalur hjá Almannaverkinum
 

- Samanumtikið haldi eg, at tað í hesum førinum var bíligari at leiga enn at eiga.

Tað skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til ein §52 a fyrispurning frá Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, um at Almannaráðið leigar fleiri bygningar frá privatum fyritøkum. 

Spurningurin bleiv settur í kjalarvørrinum av, at Almannaverkið hevur undirskrivað eina avtalu við reiðaríið Christian í Grótinum um leigu av einum bygningi á Stangavegi 53 í Klaksvík, sum skal brúkast sum depil til fólk við seinheilaskaða. 

Júst í tí førinum metir landsstýriskvinnan, at tað er betri at leiga enn eiga, tí kostnaðurin er ikki tað einasta, ið hædd skal takast fyri. 

- Tá ein loysn skal finnast á einum trupulleika, er ofta neyðugt at viga bæði prís, góðsku og veitingartíð móti hvørjum øðrum. Tað ber t.d. til at fáa høga góðsku og stutta veitingartíð, men so fer prísurin upp. Tað ber eisini til at fáa lágan prís og høga góðsku, men so fer veitingartíðin upp, skrivar hon í svarinum.

Hon leggur kortini dent á, at hetta er ein spurningur, sum støða má takast til í hvørjum einstøkum føri. 

- Sum sagt omanfyri, meti eg, at tað í summum førum er skilabest at leiga, meðan tað í øðrum førum kann vera skilabetri at eiga. Eg haldi, at tað í hvørjum einstøkum føri eigur at verða mett um, hvat er betri í ítøkiliga førinum, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.  

Í svarinum skrivar landsstýriskvinnan, at tað hevði kostað millum 55 og 60 milliónir krónur at byggja ein slíkan bygning, og hevði tað, við avtalaða leigukostnaðinum, tikið 35 til 40ár at goldið íløguna aftur. Tá er lánirenta og viðlíkahald ikki íroknað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. september
Jambalaja 250921
129087
Leygardag 25. september
Nón 24. september 2021
129077
Leygardag 25. september
Morgunlestur leygardagur 25.september 2021
129063
Fríggjadag 24. september
Góðan morgun Føroyar 24.09.2021
129002
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. september
3-2
128833
Mánadag 20. september
VIDEO: Rundtúrur umborð á Jákupi Sverra
128807
Sunnudag 19. september
Guðstænasta úr Gøtu kirkju.
128771
Sunnudag 19. september
Andakt við Jógvan Zachariassen
128767
Fríggjadag 17. september
RagnarRokk Reyp 23.september 2021
128699