Helvtin av fiskaútflutninginum er laksur

Helvtin av fiskaútflutninginum er laksur
Fyrstu sjey mánaðirnar var fiskaútflutningurin 4,6 mia. kr. Av hesum var laksaútflutningurin 2,3 mia. kr.
Laksur umboðar nú helvtina øllum fiskaútflutninginum. Í ár er laksur útfluttur fyri 2,3 mia. kr.
 
16.09.2021 - 13:32

Fiskaútflutningurin vaks fimm prosent fyrstu sjey mánaðirnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

Tað boðar Hagstovan frá. 

Tilsamans útfluttu Føroyar fiskavørur fyri 4,6 milliardir krónur frá januar til juli í ár. Tað eru umleið 219 milliónir krónur fleiri enn í fjør. 

Vøksturin stavar serliga frá laksaútflutninginum, sum nú umboðar helvtina útflutningsvirðinum, sum er 2,3 milliardir krónur. Tað eru 358 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør, og tað svarar til 18 prosent.

Vøksturin 32 prosent

Verður hugt at tonsatalinum,  er laksaútflutningurin vaksin úr 33.000 tonsum upp í  44.000 tons. Vøksturin 32 prosent.

Hinvegin er virðið á makrelútflutninginum minkað nógv. Higartil í ár er útflutt fyri 229 milliónir krónur í makreli. Afturgongdin er 51 prosent, ella 236 milliónir krónur. 

Í tonsum er talan um eina minking úr 40.000 tons niður í 25.000 tons. Afturgongdin 39 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652