Trý feløg fáa uppsjóvarkvotur til menning og nýskapan

Trý feløg fáa uppsjóvarkvotur til menning og nýskapan
Felagið, sum eigur línuskipið Sandshavið, Vestmanna Fiskavirki og Tavan í Leirvík fáa kvotur frá Fiskimálaráðnum
 
25.09.2021 - 18:40

Felagið, sum eigur línuskipið Sandshavið, hevur fingið útlutað kvotur av bæði makreli og norðhavssild.

Kvoturnar eru latnar sum kvoturnar til vinnuligar royndir til menning og nýskapan.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur latið hetta slagið av uppsjóvarkvotum til trý ymisk feløg.

Smápartafelagið 31.01.2011 - tað er felagið sum eigur Sandshavið - hevur fingið tillutað 500 tons av makrelkvotu og 500 tons av norðhavssilda-kvotu.

Vestmanna Fiskavirki hevur fingið útlutað 1300 tons av makrelkvotu og 1000 tons av sildakvotu. Og smápartafelagið Tavan í Leirvík hevur fingið útlutað 1000 tons av norðhavssilda-kvotu.

Afturat hesum kvotunum, sum eru galdandi fyri í ár, fáa feløgini eisini kvotur frá í fjør, sum ikki blivu fiskaðar og fluttar til í ár. Her er tí talan um kvotur, sum bara vera latnar einaferð.

Smápartafelagið 31.01.2011 fær 326 tons av makrelkvotu og 410 tons av sildakvotu frá 2020. 
Vestmanna Fiskavirki fær 849 tons av makrelkvotu og 820 tons av sildakvotu frá í fjør. Og Tavan fær 820 tons av sildakvotu frá í fjør.

Talan er um treytaðar játtanir, har feløgini innan 4 vikur skulu vísa á endaligt skjalprógv fyri m.a. avtalu við skip at fiska kvoturnar, fíggjarligari orku og møguligari lánsfígging

Ítøkilig skipakeyp
Fyrr í vikuni fingu tvey feløg útlutað uppsjóvarkvotur til verkætlanir, sum snúgva seg um ítøkilig skipakeyp.

Smápartafelagið Ango í Vági og smápartafelagið Gráastein í Havn fingu tá 3007 tons av makrelkvotu, 4162 tons av norðhavssild og 9480 tons av svartkjaftakvotu.

Eisini hesi bæði feløg fáa kvotur, sum ikki vórðu fiskaðar í fjør og tí fluttar til í ár.

Tey fáa 1966 tons av makrelkvotu, 3412 tons av sildakvotu og 884 tons av svartkjaftakvotu fyri 2020, sum also ikki bleiv fiskað tá.

Nú eru bara sonevndu "ískoytiskvoturnar" eftir hjá landsstýrismanninum at býta út. Sambært Fiskimálaráðnum verður tað gjørt fyrst í næstu viku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010