7 tilburðir í gjár

bannari
7 tilburðir í gjár
Í gjár fingu sjey fólk at vita, at tey hava fingið Covid-19. Somuleiðis vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum, at tað eru 121 fólk smittað við korona í dag
 
03.10.2021 - 16:23

482 fólk eru í sóttarhaldi nú, og ein persónur er innlagdur, vísa almennu tølini.

Øll eru smittað í Føroyum, og allir tilburðirnir koma frá kendum smittukeldum.

886 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

Hóast smittutalið er høgt, er ætlanin ikki at seta nýggj koronutilmæli í verk. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið í dag.

Landslæknin minnir fólk á at lata seg kanna annan dagin eftir komu til Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334