Føroyar komu í danska ódn

Føroyar komu í danska ódn
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum tapti stórt ímóti Danmark eftir lakt avrik fyri steðgin. Seinni hálvleikur var munandi betri, og pyntaði upp á heildarmyndina
Jana Mittún var aftur millum bestu føroysku spælararnar
Mynd: EHF  
 
10.10.2021 - 16:29

Føroyingarnir komu beint í eina danska ódn, og tær í reyðum ruku avstað frá byrjan í EM-undankappingardystinum ímóti Danmark á Hálsi.

Munurin gjørdist stórur beinanvegin og hevði verið enn størri, um Annika Fríðheim Petersen ikki hevði tikið fleiri donsk skot.

Ørkymlaðu føroysku spælararnir fingu ikki mál fyrrenn ellivu minuttir vóru spældir. Í yvirtalsálopi fór Marianna Eystberg ígjøgnum og minkaði til 6-1.

Lítla løtu seinni fingu føroyingarnir annað málið, tá Maria Halsdóttir Weyhe lobbaði brotskast uppum danska málverjan.

Hesa løtuna miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk føroyska verjan fótin fyri seg, og danir máttu arbeiða eitt sindur harðari fyri málunum.

Í álopinum var framvegis tungt. Turið Arge Samuelsen og Súna Krossteig Hansen fingu hvør sítt mál útifrá, men tað var langt ímillum. Nakrar ferðir fingu føroyingarnir spælt vengurnar leysar, men málverjarnir og stengurnar vóru fyri, tá Durita Jojic og Guðrið Ellingsgaard royndu seg, og so varð hálvleiksstøðan 18-5.

Reistust eftir steðgin

Føroyar fekk eina góða byrjan eftir steðgin, og týðiligt var, at tær spældu við meira dirvi. Fyrstu løtuna skeyt Súna Krossteig Hansen tvey mál uppá brotskast, meðan Jana Mittún og Marianna Eystberg fingu hvør sítt. 

Men góða gongdin helt ikki fram, donsku hvirluvindarnir skutu mál eftir mál upp á skjótálop, og miðskeiðis í seinna hálvleiki varð munurin 20 mál.

Hann gjørdist enn størri eina løtu, men glottar vóru at hóma síðstu minuttirnar. Málverjarnir bjargaðu aftur, og Jana Mittún og Lív Poulsen skutu fleiri mál eftir gjøgnumbrot og skjótálop høgrumegin.

Og tá Turið Arge Samuelsen ikki vildi skjóta fríkast, tá tíðin var farin, men heldur legði bóltin á gólvið, stóð 39-19 á máltalvuni. Ein avsmurningur, óivað, men avrikið í seinna hálvleiki var plástur upp á sárið.

Høllin á Hálsi
Føroyar-Danmark, 39-19 (18-5)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. august
Veðrið
195855
Mikudag 20. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195799
Týsdag 19. august
Veðrið
195771
Týsdag 19. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
195740
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726