Heini Vatnsdal inn í verjuna

Heini Vatnsdal inn í verjuna
Heini Vatnsdal kemur inn í føroysku byrjanaruppstillingina fyri René Shaki Joensen, sum er leikbannaður. Hinir tíggju, sum byrjaðu ímóti Eysturríki, fáa afturval móti skotum
Heini Vatnsdal kemur inn í føroysku verjuna ímóti Skotlandi í kvøld
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
12.10.2021 - 18:17

Heini Vatnsdal byrjar inni fyri Føroyar ímóti Skotlandi. KÍ-verjuspælarin tekur plássið hjá René Shaki Joensen, sum er leikbannaður. 

Sambært almenna dómaraseðilinum, spælir Heini Vatnsdal mittast í eini trýmansverju undir liðini á Odmari Færø og Sonna Ragnar Nattestad.

Allir hinir tíggju, sum byrjaðu inni ímóti Eysturríki, fáa afturval í kvøld.

Føroyska uppstillingin:

Teitur Matras Gestsson; Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Odmar Færø; Viljormur Davidsen, Brandur Hendriksson, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Gilli Rólantsson; Jóan Símun Edmundsson, Ári Mohr Jónsson

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065