Hallur Hansson: tepurt tap í fyrstu royndini

Hallur Hansson: tepurt tap í fyrstu royndini
MYNDASAVN: Hallur Hansson byrjaði inni í sínum fyrsta dysti, tá Vejle BK tvær ferðir var á odda á útivølli ímóti Brøndby, men endaði við at tapa 3-2
Tað gjørdist tap í fyrsta dystinum hjá Halli Hanssyni fyri Vejle BK.
Mynd: Claus Bech/Scanpix Ritzau  
 
17.10.2021 - 19:33

Í vikuni varð greitt, at Hallur Hansson skal spæla við danska superligafelagnum, Vejle Boldklub, tað ið eftir er av 2021.

Í dag var fyrsti dysturin hjá honum á skránni, og  hann byrjaði inni. 

Hóast Vejle tvær ferðir var á odda, endaði tað við einum teprum 3-2 tapi fyri Brøndby á útivølli.


Hallur Hansson byrjaði inni í sínum fyrsta dysti fyri nýggja felag sítt, Vejle BK.


Uppgávan var stór. Á útivølli ímóti Brøndby.

Vejle legði seg á odda í fyrra hálvleiki við brotssparki frá Allan Sousa.


Men Brøndby javnaði bert fimm minuttir seinni.


Eftri steðgin legði Lukas Engel Vejle framum aftur.


Men átta minuttir fyri leiklok gekk ikki meir. Fyrst javnaði Mikael Uhre fyri heimaliðið.


Áðrenn Christian Cappis avgjørdi, tá fýra minuttir vóru eftir at spæla.


Føroyski landsliðsliðskiparin spældi sum fremsti maður á miðvøllinum.



Myndir: Claus Bech/Scanpix Ritzau

 

BESTU BITARNIR FRÁ DYSTINUM KUNNU SÍGGJAST HER. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985