Formaðurin: Bústaðir stevna móti gjaldføristrupulleikum

Formaðurin: Bústaðir stevna móti gjaldføristrupulleikum
Regin Hammer, formaður í stýrinum fyri Bústaðir, sigur, at í roknskapinum er ilt at faa eyga á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar
Regin Hammer er formaður í stýrinum fyri Bústaðir.
 
19.10.2021 - 16:30

- Í løtuni sær støðan út til at vera, at Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldføristrupulleikum. Í roknskapinum er ilt at fáa eyka á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar í framtíðini. Henda gongdin má steðga.

Tað sigur Regin Hammer, stýrisformaður í Bústaðum í tíðindaskrivi í dag.

Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum stýrið og leiðslan mugu fáa greiði á, og sum ikki eigur at órógva starvsfólk og dagliga virksemið í grunninum.

- Eg harmist um, at støðan gjørdist so tyngjandi fyri starvsfólkini, men hetta er tiverri ein flúrur, sum vit skulu sigla uttan um, áðrenn vit aftur kunnu halda eina trygga kós. Eg miði eftir, at ein loysn verður funnin sum skjótast, og verkætlanir, sum stýrið hevur samtykt, verða framdar í verki, sigur Regin Hammer.

Neyðugt verður at kanna rakstur, avskrivingarprofil, bygnað og onnur viðurskifti í Bústøðum nærri. Kanningararbeiðið skal tó ikki steðga teimum verkætlanum, sum eru í gongd.

Bústaðir eru m.a. í løtuni í ferð við nýggjar bústaðabyggingar í Norðagøtu, við Dalavegin og á Heimasta Horni í Havn. Harumframt verða reistir búfelagsskapir í Klaksvík, á Skálafjørðinum og í Havn og barnabústovnar í Suðuroy, Vágum, Eysturoy, Klaksvík og í Havn.

Virksemið kannast nærri

Regin Hammer sigur, at í næstum skal stýrið taka støðu til eitt uppskot frá sær um at kanna virksemið hjá Bústøðum nærri.

Uppskotið hevur til endamáls at styrkja tann sosiala partin og at steðga byggingini av luksusíbúðum, sum bert tæna nøkrum fáum fólkum, sum Regin Hammer málber seg í tíðinaskrivinum.

Stýrisformaðurin vil eisini hava Almannamálaráðið at skipa tann sosiala partin betur, soleiðis at Bústaðir veruliga fáa hjálpt, har tørvurin er størstur. 

- Bústaðir skulu lagast til ein nýggjan veruleika í kjalarvørrinum á lógarbroytingini, sum var gjørd í vár. Vit skulu veita skjóta hjálp, har tørvurin er størstur, og tað gerst bert, um vit fáa skipað búskapin í grunninum soleiðis, at virksemið verður bæði fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygt, sigur Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum.

Sí tíðindaskrivið frá Bústøðum her

Stýrisformaðurin sigur, at hann eisini  vil hava Almannamálaráðið at skipa tann sosiala partin betur, soleiðis at Bústaðir veruliga fáa hjálpt, har tørvurin er størstur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221