H71 fær mótstøðulið úr Sveis

H71 fær mótstøðulið úr Sveis
Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla ímóti Spono Eagles úr Sveis í triðja umfari Evropa Cup-kappingini hjá EHF
Kvinnurnar úr Hoyvík fáa sveisiska mótstøðu í triðju rundu
 
25.10.2021 - 15:20

Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla ímóti Spono Eagles úr Sveis í triðja umfari Evropa Cup-kappingini hjá EHF. Tað er greitt eftir lutakast seinnapartin.

Fyrri dysturin verður sambært lutakastinum í Sveis vikuskiftið 13./14. november, meðan seinni dysturin verður á heimavølli eina viku seinni. Tað skrivar H71.fo.

Tó fara hoyvíkingarnir at vita, um tað ber til at spæla báðar dystirnar í Føroyum eins og í seinasta umfari.

Spono Eagles úr Sveis er eins og H71 stovnað í 1971, og felagið hevur verið við í evropeiskum kappingum síðan níti-árini, skrivar heimasíðan hjá H71.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025