Landsstýrið herðir tilmæli um koronutiltøk

Landsstýrið herðir tilmæli um koronutiltøk
Í mesta lagi 50 fólk kunnu savnast til tiltøk, og náttarlívið eigur at lata aftur, tó ikki matstovur
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 
03.11.2021 - 11:02

Landsstýrið setur nú avmarkingar í verk til tess at tálma smittutrýstinum.

Tað boðar løgmansskrivstovan frá. 

Tilmælini frá landsstýrinum byggja á niðurstøður hjá Farsóttarnevndini, og tiltøkini eru hesi:

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.
  • Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri.
  • Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg.
  • Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur.
  • Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu.
  • Koronalinjan letur upp aftur í morgin.
  • Hildið verður fram við at kanna og smittuspora.

Tilmælini eru galdandi í tíggju dagar, frá í dag til og  fríggjadagin tann 12. november.

Sí tíðindaskrivið frá løgmansskrivstovuni her.

Samrøða verður við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906