Varðveita valdið í Keypmannhavn, hóast stóra afturgongd

Varðveita valdið í Keypmannhavn, hóast stóra afturgongd
Sophie Hæstrup Andersen verður nýggjur yvirborgarstjóri. Danski fólkaflokkurin hevði so vánaligt val, at tað kann kosta formanninum starvið
Javnaðarflokkurin er ikki longur størsti flokkur í Keypmannahavn, men varðveitir valdið. Sophie Hæstrup Andersen verður nýggjur yvirborgarstjóri.
Mynd: RitzauScanpix  
 
17.11.2021 - 09:27

Eindarlistin gjørdist størsti flokkur í Keypmannahavn á kommunuvalinum í gjár. Javnaðarflokkurin  fekk ein frammaná, og hevði stóra afturgongd.

Eindarlistin fekk 24,6 prosent av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin fekk 17,3 prosent. Tað eru góð 10 prosent minni enn fyri fýra árum síðani.

Tað er fyrstu ferð í 100 ár, at Javnaðarflokkurin ikki er størsti flokkur í Keypmannahavn.

Javnaðarflokkurin varðveitir kortini yvirborgarastjórasessin í danska høvuðsstaðnum, og Sophie Hæstorp Andersen verður nýggjur yvirborgarstjóri. 

Hóast Eindarlistin gjørdist størsti flokkur, vildu borgarligu flokkarnir ikki hava Line Barfod úr Eindarlistanum til yvirborgarstjóra, men vístu á Sophie Hæstorp Andersen.

Line Barfod var høvuðsvalevni hjá Eindarlistanum í Keypmannahavn, sum gjørdist størsti flokkur á kommunuvalinum. Men hon fekk ikki sessin sum yvirborgarstjóri. (Mynd: RitzauScanpix)

 

Konservativi flokkurin eisini framgongd

Eindarlistin hevði eisini eitt gott val um alt landið, og fekk tilsamans 21,2 prosent av atkvøðunum, 6,4 prosent fleiri enn í 2017. 

Konservativi flokkurin hevði eisini stóra framgongd. Hann fekk 15,2 prosent, framgongdin er 6,4 prosent.

Javnaðarflokkurin fekk 28,5 prosent, og afturgongdin er umleið fýra prosent.

Vinstriflokkurin fekk 21,2 prosent atkvøðunum, afturgongdin er umleið tvey prosent. 

DF stóra afturgongd

Danski fólkaflokkurin hevði stóra afturgongd á kommunuvalinum í gjár. og misti tilsamans 132 sessir.

Støðan er so álvarslig, og floksformaðurin, Kristian Thulesen Dahl, hevur sagt, at hann er til reiðar at eftirmeta sína støðu sum formaður í Danska fólkaflokkinum.

Starvsnevndin í flokkinum hevur fund um vikuskiftið um valúrslitið.

Kristian Thulesen Dahl sigur, at starvsnevndin skal gera av, um kallast skal inn til eykalandsfund at velja nýggjan formann.

Verður tað gjørt, fer hann ikki at stilla upp, sigur Kristian Thulesen Dahl. 

Danski fólkaflokkurin hevði so vánaligt val, at úrslitið kann kosta formanninum, Kristian Thulesen Dahl, sessin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV