Vil hava løgmann upp í mál um fráfaringaraldur

Vil hava løgmann upp í mál um fráfaringaraldur
Tordur Niclasen í Miðflokkinum spyr løgmann, um hann heldur, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrisitur sítt málsøki á fullgóðan hátt
Tordur Niclasen hevur sett løgmanni ein fyrispurning um fráfaringaraldurin. At hækka fráfaringaraldurin er ikki tað sama sum at avtaka hann, heldur Tordur Niclasen.
 
07.12.2021 - 14:50

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum røkir ikki sítt málsøki á fullgóðan hátt.

Tað heldur Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, nú Jørgen Niclasen ætlar at hækka fráfaringaraldurin hjá alment settum starvsfólki úr 70 árum upp í 72 ár. 

Tordur Niclasen minnir á samgonguskjalið, har tað stendur, at “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi. Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.”

Ikki tað sama

- At hækka fráfaringaraldurin er ikki tað sama sum at avtaka hann, og hetta kann ikki annað enn tulkast sum, at tað í veruleikanum ongar ætlanir eru um at avtaka fráfaringaraldurin, soleiðis at pensjónistar sjálvir gera av, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum í mun til áhuga og førleika hjá tí einstaka, sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum til grein-52 fyrispurningin.

Tingmaðurin vil tí hava løgmann at svara, um hann heldur, at landsstýrismaðurin fyrisitur sítt málsøki á fullgóðan hátt. Og, um hann ikki heldur tað - hvørji stig løgmaður so ætlar at taka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233