Formaðurin: Fólkaflokkurin kann ikki liva við, at tingfólk ikki halda orð

Formaðurin: Fólkaflokkurin kann ikki liva við, at tingfólk ikki halda orð
Fólkaflokkurin er ikki farin í tvíningar, men tað ber heldur ikki til, at tingfólk ganga ímóti teimum avtalum, sum flokkurin hevur gjørt, sigur Jørgen Niclasen, formaður
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur úr at gera við at halda flokkin samlaðan. Aksel V. Johannesen tykist siga, at hann kennir kensluna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 16:08

Opið stríð tykist vera í Fólkaflokkurin millum konservativa og liberala veingirnar í flokkinum. 

Hetta kom fram, tá málini um sammøður blivu samtykt í dag. 

Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir søgdu landsstýrissessirnar frá sær, fyri at fara í løgtingið og seta Anniku Olsen upp á pláss. 

Úrslitið bleiv, at Heðin Zachariasen, eisini úr Fólkaflokkinum, setti tey upp á pláss, tá hann fór í farloyvi og lat Anniku Olsen sín sess, so hon kundi atkvøða málini um sammøður ígjøgnum við 3. viðgerð. 

Jørgen Niclasen viðgongur, at flokkurin er merktur av støðuni, og at floksleiðslan nú fer at umrøða støðuna. 

"Fólkaflokkurin er kendur fyri at halda orð, og tí ber tað ikki til, at vit hava tingfólk, sum atkvøða ímóti tí, sum flokkurin hevur játtað seg til," sigur Jørgen Niclasen, og vísir til ta sannroyd, at Annika Olsen atkvøddi við andstøðuni. 

Jørgen Niclasen vil tó ikki siga, um Annika Olsen verður blakað úr flokkinum. 

HOYR SAMRØÐUNA, SUM TRÓNDUR OLSEN GJØRDI VIÐ JØRGEN NICLASEN. 

Jorgen_Niclasen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980