Mótmælisfólk skuldseta trygdardeildir í Sudan

Mótmælisfólk skuldseta trygdardeildir í Sudan
Trygdardeildirnar í Sudan brúka veruligar kúlur ímóti mótmælisfólkunum, sigur ein læknafelagsskapur, sum er í parti við teimum, ið finnast at hernaðarstýrinum í landinum
Fleiri túsund fólk hava í seinastuni mótmælt í Khartoum í Sudan
Mynd: Mohamed Nureldin Abdallah/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2021 - 16:12

Sudanskar trygdardeildir verða skuldsettar fyri at hava brúkt óneyðugan harðskap ímóti mótmælisfólki í høvuðsstaðnum. Khartoum, skrivar BBC.

178 av mótmælisfólkunum, sum tala at hernaðarstýrinum í eysturafrikanska landinum, fingu skaða jóladag, og nú rópar ein læknafelagsskapur, sum er í parti við mótmælisfólkunum, varskó. 

Læknafelagsskapurin finst at trygdardeildunum og ákærir tær fyri at brúka veruligar kúlur. 

Sudanskir myndugleikar siga hinvegin, at 58 løgreglufólk hava fingið skaða undir mótmælunum, og meir enn 100 fólk eru handtikin í høvuðsstaðnum. Mótmælir hava eisini verið í øðrum sudanskum býum, millum annað í Port Sudan.

Hetta er aðru ferð seinastu vikuna at kravgongur fyri fólkaræði savna fleiri túsund fólk. Síðsta vikuskiftið marsjeraðu fleiri hundrað túsund ígjøgnum Khartoum og kravdu fólkaræði, eftir at hervaldið tók ræði í kvetti 25. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751