Tríggir Premier League-dystir útsettir

Tríggir Premier League-dystir útsettir
Sum vanligt er Premier League-umfar á skránni annan jóladag, men tríggir av dagsins dystum eru útsettir, tí fleiri feløg hava koronu í hópinum
Salah og hinir í Liverpool skulu ikki, sum annars ætlað, spæla fótbólt í dag
Mynd: Matthew Childs/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2021 - 11:22

Annar jóladagur - ella Boxing Day, sum bretar nevna hann - er siðbundin fótbóltsdagur í Englandi, og eins og undanfarin ár er nógvur fótbóltur á skránni.

Men í ár órógvar korona eitt sindur.

Í Premier League skuldu níggju dystir spælast í dag, men tríggir av teimum eru útsettir, tí fleiri feløg hava koronu í hópinum.

Dystirnir millum Liverpool og Leeds, Wolves og Watford og Burnley og Everton eru allir útsettir.

Næstbesta enska deildin er enn harðari rakt. Har eru heili sjey av 10 dystum, sum skuldu spælast í dag, útsettir.

Ensku fótbóltskappingarnar hava sum heild verið spældar sum ætla, síðan koronufarsóttin byrjaði, men eftir at omikronfrábrigdið er komið, hevur gingið alsamt verri at hildið dystarætlanirnar.

Enn er kortini ikki ætlanin at steðga kappingunum.

Premier League í dag:

15:00 Manchester City-Leicester City
15:00 Norwich City-Arsenal
15:00 Tottenham Hotspur-Crystal Palace
15:00 West Ham-Southampton
17:30 Aston Villa-Chelsea
20:00 Brighton & Hove Albion-Brentford
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985