Settu 107 spurningar í tingsetuni

03.01.2022 - 08:26
AktueltPolitikkur
Settu 107 spurningar í tingsetuni
Allir grein 52-spurningarnir vóru svaraðir uttan ein
Tingfólk kunnu seta løgmanni og landsstýrisfólki spurningar eftir grein 52 í tingskipanini, og spurningarnir skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

107 grein 52a spurningar vóru settir í tingsetuni, sum byrjaði á ólavsøku, og til nýggjárs.

Og allir eru svaraðir uttan ein sambært heimasíðuni hjá løgtinginum.

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, spurdi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum tá var landsstýriskvinna í almannamálum, um heimloysi.

Hervør Pálsdóttir spurdi tann 8.desember, um arbeitt verður við at gera hagtøl um heimloysi í Føroyum.

Og um nakað verður gjørt fyri tryggja heimleysum nøktandi umstøður og hjálp.

Hervør Pálsdóttir sigur, at hóast samgongan ikki hevur ætlanir um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum, so hevur landsstýriskvinnan sagt, at hon vil arbeiða fyri at fáa hagtøl um heimloysi í Føroyum. 

Eita eftir tingskipanini

Grein 52a spurningar eita eftir grein 52a í tingskipanini, sum sigur, at tingfólk kunnu seta løgmanni og landsstýrismonnum skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti.

Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, umsitur nú almannamál í landsstýrinum. 

Ein grein 52a spurningur var tikin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750