H71 vann við einum máli

H71 vann við einum máli
Hondbóltskvinnurnar í Hoyvík framdu eitt megnar avrik, tá tær, á útivølli, vunnu 39-38 á serbiska liðnum, ZRK Naisa Nis
 
09.01.2022 - 19:15

H71-kvinnurnar hava givið sær sjálvum eitt framúrskarandi útgangsstøði til at spæla seg víðari í Europa Cup-kappingini í hondbólti, tá tær í kvøld vunnu 39-38 á ZRK Naisa Nis. 

Seinni dysturin verður spældur í Føroyum næsta vikuskiftið. 

Hoyvíkskvinnurnar vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki og førdu við fýra málum, tá farið var til hálvleiks. 

Maria Halsdóttir Weyhe og Jana Mittún vóru stórspælandi, og gjørdist Maria toppskjútti í dystinum við heili 15 málum. 

 

Jana mansvard

Leiðslan helt sær rættiliga leingi í seinna hálvleiki. H71 helt fast um kvika spælið, og tað tóktist rigga. 

Men, sum hálveikurin leið, so byrjaði serbiska liðið, væl stuðlað av heimaáskoðarunum, at eta seg inn á H71. 

Stórtalentið, Jana Mittún, bleiv í løtum mansvard, og kanska byrjaðu nervarnir at spæla ungu leikarunum eitt puss. 

 

Tvørtræið fyri

Tá ein minuttur var eftir, var støðan 39-38 til H71, men ZRK Naisa Nis hevði bóltin. Verjurnar høvdu ikki staðið seg væl í dystinum, so tað var líkt til, at dysturin fór at enda við javnleiki. 

Men dundurskotið frá Sanja Stamenkovic fór á tvørtræið, og tá bólturin støkk út aftur í spæl, vóru H71-kvinnurnar fyrsta á honum. 

Harvið hevur H71 givið sær sjálvum eitt sera gott útgangsstøði til dystin á heimavølli næsta vikuskiftið. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204