Jenis av Rana fingið svar frá Uttanlandsnevndini um radaran

Jenis av Rana fingið svar frá Uttanlandsnevndini um radaran
Alt bendir á, at Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur givið landsstýrismanninum trý svar í radaramálinum
Ein avgerð í radaramálinum er í eygsjón
Mynd: savnsmynd  
 
14.02.2022 - 17:30

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum gav fyrrapartin Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum, svar viðvíkjandi radaramálinum.

Tað váttar Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini.

Hósdagin var fundur í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, og eftir tann fundin hevur nevndin orðað svarið, sum landsstýrismaðurin fær eftir ráðførslu við uttanlandsnevndina.

 

Í trúnaði

Bill Justinussen leggur dent á, at svarið er í trúnaði, og tí kann hann ikki siga nakað um innihaldið í svarinum, heldur ikki hvussu nógv svar uttanlandsnevndin er komin við.

Tíðindaportalurin in.fo skrivar, at landsstýrismaðurin hevur fingið trý svar, eitt frá samgonguni, eitt frá Javnaðarflokkinum og eitt frá Tjóðveldi. 

Bill Justinussen vil hvørki vátta ella avsanna hetta fyri útvarpinum.

Hann vísir bara á, at hann hevur tagnarskyldu í málinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585