EHF vil at dysturin í kvøld verður avgerandi

EHF vil at dysturin í kvøld verður avgerandi
Evropeiska hondbóltssamgongan vil, at dysturin millum H71 og HC Galychanka Lviv á Hálsi í kvøld verður hin einasti og avgerandi millum feløgini.
H71 spælir í kvøld fjórðingsfinalu ímóti HC Galychanka Lviv, men óvist er, um dysturin verður avgerandi
 
20.02.2022 - 11:15

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, heitir nú á H71 og HC Galychanka Lviv um at semjast um, at fjórðingsfinalan í kvøld millum feløgini verður hin einasti og avgerandi dysturin millum feløgini bæði, skrivar H71.fo.

Sambært føroyska felagnum skal EHF-umboðið, Reynir Stefánsson, krevja eitt endaligt svar frá feløgunumá tekniska fundinum undan dystinum í kvøld, tí EHF ikki hevur heimild til at taka avgerðina.

 - Vit hava longu frammanundan gjørt greitt, at soleiðis sum samskiftið hevur gingið, síðani tað var greitt, at vit ikki kundu fara til Ukraina at spæla fyrra dystin, hava vit verið sinnað at funnið loysnir, men eingin roynd er komin á mál, tí tey í Galychanka ikki hava tikið undir við tí, vit eru komin við, ella eru komin við mótuppskotum, vit als ikki kundu góðtaka, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

 - At alt skal avgerast í einum dysti, hava vit sagt okkum taka undir við, tí tíðin er gingin undan, so tekur Galychanka undir við, at dysturin í kvøld á Hálsi verður hesin eini dysturin, ið avger alt, so verður tað so. Men er framvegis eingin møguleiki fyri semju, so vita vit ikki, hvørjum tað endar við. Tó vita vit, at dysturin í kvøld undir øllum umstøðum verður spældur, sigur H71-forkvinnan við heimasíðuna hjá felagnum. 

EHF kann ikki skera ígjøgnum

Heimasíðan hjá H71 skrivar, at reglurnar í Evropa Cup-kappingina ikki loyva, at EHF sker ígjøgnum og tekur endaliga avgerð. Feløgini skulu koma ásamt um eina loysn. 

 - Tann mest pragmatiska loysnin vildi verið at spælt ein dyst og latið dystin í Havn avgjørt, hvør kemur víðari til næsta umfar, hevur ítróttarstjórin í EHF, Markus Glaser, skrivað til allar partar í málinum, har hann eisini vísir á, at tað eru umstøður uttan fyri regluverkið, ið gera tað neyðugt, at feløgini spæla við, so ein loysn kann finnast.

 - Síðstu tvey árini undir Covid-19 er skaptur ein stórur samhugi millum feløg, so roynt verður at finna góðar og pragmatiskar loysnir á trupulleikum. Tí heita vit enn einaferð á bæði feløg um at umhugsa støðuna og vera til reiðar á tekniska fundinum, har vit vænta okkum skrivlig sjónarmið, so ongar misskiljingar skulu koma í aftaná.

Sambært H71 endar Markus Glaser við serliga at leggja Galychanka eina við at vísa samhaldsfesti í eini støðu, sum ikki var løtt at handfara, og at felagið setir seg sjálvt til síðis og ger alt fyri at finna eina loysn. – Tað vildu vit í EHF verið sera fegin um, endar áheitanin frá ítróttarstjóranum til ukrainska felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817