Eingir hondbóltsdystir spælast í Ukraina næstu fýra vikurnar

Eingir hondbóltsdystir spælast í Ukraina næstu fýra vikurnar
Stríðið millum Russland og Ukraina hevur nú við sær, at eingir EHF-dystir verða spældir í Ukraina næstu fýra vikurnar. Sostatt skal H71 ikki til Lviv at spæla fjórðingsfinalu
H71 skal neyvan til Ukraina at spæla ímóti HC Galychanka
 
22.02.2022 - 14:13

Eingir hondbóltsdystir, sum evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, varðar av, verða spældir í Ukraina komandi fýra vikurnar. 

Tað boðar evropeiska hondbóltssamgongan frá, eftir at Russland hevur sent herdeildir inn í eystara part av Ukraina.

Dystirnir skulu spælast á uttanveltaðum stað. 

Sostatt skal H71 neyvan til Lviv at spæla fjórðingsfinalu ímóti ukrainska liðnum, HC Galychanka, sum vann við einum málið í Havn um vikuskiftið.

Í tíðindaskrivinum frá EHF verður fyrra fjórðingsfinalan millum hoyvíkingar og HC Galychanka nevnd. Dysturin skuldi spælast í Lviv 13. februar, men H71 møtti ikki til dystin, eftir at danska uttanríkisráðið heitti á danskar ríkisborgarar um ikki at fara til Ukraina.

EHF sigur, at eingin avgerð er tikin um dystin enn, men at málið framvegis verður viðgjørt.

Í Champions League skuldi Paris Saint-Germain spæla ímóti HC Motor í Ukraina 17. februar. Eftir ætlan skuldi ukrainska liðið eisini spæla á heimavølli ímóti Barcelona 3. mars. 

EHF hevur avgjørt, at hesir báðir dystirnir skulu spælast á uttanveltaðum vølli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533