Fótbóltslandsliðið tikið út fyrrapartin

Fótbóltslandsliðið tikið út fyrrapartin
Fyrrapartin fer venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum at kunngera hópin til venjingardystirnar ímóti Gibraltar og Liktinstein, sum verða seinni í mars
Håkan Ericson tekur 24 spælarar við sær á venjingarlegu
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
14.03.2022 - 08:51

Fyrrapartin fer landsliðsvenjarin hjá fótbóltslandsliðnum við monnum, Håkan Ericson, at kunngera teir 24 spælararnar, sum skulu við á venjingarlegu, har dystir ímóti Gibraltar og Liktinstein eru á skránni.

Føroyar spæla ímóti Gibraltar leygardagin 26. mars, og dysturin ímóti Liktinstein verður 29. mars. Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum til Nations League-kappingina hjá UEFA, sum byrjar í juni, har Føroyar eru í bólki saman við Turkalandi, Luksemburg og Litava.

Eisini fer U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, at taka út liðið, sum skal spæla EM-undankappingardystir ímóti Fraklandi og Norðurmakedónia í næstum.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329