KÍ og EBS/Skála oddalið í bestu deildini við kvinnum

KÍ og EBS/Skála oddalið í bestu deildini við kvinnum
KÍ vann ein søtan sigur í Sarpugerði, meðan EBS/Skála vunnu á heimavølli ímóti HB. Í Runavík vann NSÍ tveysiffrað á felagsliðnum úr Suðuroy
KÍ er oddalið í Betri-deildini við kvinnum saman við EBS/Skála
 
27.03.2022 - 17:45

KÍ vann sær trý góð stig í dysti ímóti Víkingi í Sarpugerði í dag. 

Klaksvíksingar høvdu nógva vindin undan fyri steðgin og løgdu seg á odda 2-0.

Ein hálvur tími var spældur, tá Hervør Olsen legði KÍ framum, og tíggju minuttir seinni økti Tórun Højgaard Joensen um leiðsluna.

Eftir steðgin var tað Víkingur, sum var omaná. Bert fimm minuttir vóru farnir, tá Hanna Isaksen Højgaard minkaði um munin.

Heimaliðið hevði nakrar møguleikar at javna, men sum so mangan, fór KÍ avstað við øllum. Sjey minuttir vóru eftir at spæla, tá útiliðið økti til 3-1 eftir sjálvmál.

EBS/Skála vann á HB

EBS/Skála tók ímóti HB í Hólmanum á Eiði. Bæði liðini vunnu í fyrsta umfari, men í dag sendi heimaliðið HB aftur til Havnar við ongum.

Silja Augustinussen og Kára Djurhuus skutu málini fyri EBS/Skála í seinna hálvleiki. Ása á Reynatúgvu hjá HB varð send av vølli seint í dystinum.

Í Runavík vann NSÍ sannan stórsigur ímóti nýggja liðnum í deildini, TB/FCS/Royn. Heidi Sevdal skeyt ikki færri enn fýra mál í 11-0 sigrinum.

Í gjár vann 07 Vestur 5-0 á B36 á Dungasandi. Sissal Haraldsen skeyt hattrikk, og Evelin Da Silva Mastropasqua og Carol Assis Silva skoraðu hini málini fyri vágaliðið.

KÍ og EBS/Skála eru fremst við seks stigum, meðan Víkingur, NSÍ, 07 Vestur og HB øll hava trý stig. B36 og TB/FCS/Royn hava onki stig fingið enn. Tvey umfør eru spæld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672