Bjørn Arild Gram er nýggjur verjumálaráðharri í Norra

Bjørn Arild Gram er nýggjur verjumálaráðharri í Norra
Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, kunngjørdi á tíðindafundi seinnapartin, at Bjørn Arild Gram er nýggjur verjumálaráðharri í Norra
Nýggi norski verjumálaráðharrin eitur Bjørn Arild Gram
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.04.2022 - 17:05

Bjørn Arild Gram tekur við sessinum eftir floksfelagnum Odd Roger Enoksen, sum leygardagin fór frá sum verjumálaráðharri. 

Tað gjørdi hann, tá tað kom undan kavi, at hann hevði eitt kynsligt samband við eina unga kvinnu, tá hann fyri átta árum síðan var oljumálaráðharri í stjórnini hjá Jens Stoltenberg. 

Bjørn Arild Gram var frammanundan ráðharri í økis- og kommunumálum.

Í tann sessin kemur nú Sigbjørn Gjelsvik, sum higartil hevur havt sæti í Stórtinginum, har hann er valdur fyri Senterpartiet. 

Trygdarpolitiska støðan í Evropa fylti sum vera man nógv á tíðindafundinum í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610