Steðgaði upp eftir steðgin

Steðgaði upp eftir steðgin
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum spældi ein sera góðan fyrra hálvleik og vóru frammanfyri í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk verri, og tað endaði við seksmálstapi
Elias á Skipagøtu gjørdi enn einaferð vart við seg
 
16.04.2022 - 18:58

Føroyar vóru frammanfyri eftir framúr avrik fyri steðgin, men í seinna hálvleiki steðgaði upp, og tí vunnu týskarar 33-27 og tryggjaðu sær sum væntað HM-plássið í Svøríki og Póllandi næsta ár.

Elias á Skipagøtu var fyri atfinningum eftir tapið fyri Týsklandi, men hann byrjaði væl í føroyska álopinum við tveimum málum.

Trupulleikin var, at Týskland byrjaði enn betur, og tryggjaði sær leiðsluna tíðliga við skjótum spæli, sum eisini kostaði Helga Hildarsyni Hoydal og Róa Berg Hansen tveir minuttir uttanfyri.

Á vongunum vóru Hákun West av Teigum og Leivur Mortensen aftur vælupplagdir og við hvør sínum máli minkaðu teir um týsku leiðsluna.

Føroyska verjan stóð eisini nógv betur enn í Kiel, og týskarar máttu stríðast fyri sínum kjansum. Harafturat bjargaðu Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell meir enn á útivølli, og tá ið Hákun West av Teigum skoraði við skjótálopi eftir 23 minuttir var javnleikur 12-12.

Og tað gjørdist betur enn. Hevndarhugaði Elias á Skipagøtu helt fram við stórspælinum, og Andreas 'Andy' Wolff í týska málinum fekk ikki fatur á skotunum, sum komu úr øllum ættum. Síðstu minuttirnar skutu Føroyar fýra og Týskland trý mal, og so fóru føroyingarnir til hálvleiks við 16-15 leiðslu.

Niðurbræðing eftir steðgin

Eins góður, og endin av fyrra hálvleiki var, eins vánalig var byrjanin eftir steðgin. Bæði Kjartan Johansen og Elias á Skipagøtu tveittu bóltar burtur, og tá ið 38 minuttir vóru spældir, var støðan 22-19, og Peter Bredsdorff-Larsen bað um leikbrá.

Pauli Mittún kom á vøllin fyri Elias á Skipagøtu, og týskarar høvdu lættari við at steðga føroyingunum, sum ikki funnu loysnirnar. Sum heild vóru neyvleikin og konsentratiónin frá fyrra hálvleiki  ikki at síggja eftir steðgin, hóast tað glógvaði onkra løtu.

Enn sum áður var tað serliga Elias Á Skipagøtu, sum - um hann ikki skoraði sjálvur - fann liðfelagar á vonginum ella á strikuni.

Men føroyingarnir rukku ongantíð somu hæddum, og tí gjørdist úrslitið ikki tað, sum tey flestu helst vónaðu eftir gylta hálvleikin.

Høllin á Hálsi (HM Play-off, seinni dystur)
Føroyar-Týskand, 27-33 (16-15)

Føroysku málskjúttarnir:

Elias á Skipagøtu, 9
Pætur Mikkjalsson, 5
Hákun West av Teigum, 4
Kjartan Johansen, 3
Peter Krogh, 2
Helgi Hildarson Hoydal, 1
Leivur Mortensen, 1
Tróndur Mikkelsen, 1
Niclas Selvig, 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189