Víkingur bukaði HB og eltir suverena KÍ

Víkingur bukaði HB og eltir suverena KÍ
Olaf Bárðarson og Sølvi Vatnhamar skutu málini, tá Víkingur vann 4-2 á HB. Felagsliðið eltir KÍ, sum vann trygt á Svangaskarði og framvegis er ósigrað
Olaf Bárðarson hevur lagt Víking framum
 
24.04.2022 - 19:12

Við málum frá Olaf Bárðarsyni og Sølva Vatnhamar, vann Víkingur 4-2 á HB í Sarpugerði í dag og fór framum mótstøðuliðið á stigatalvuni. 

Teir báðir skutu tvey í part, meðan Jákup Thomsen og Øssur Dalbúð minkaðu til ávíkavist 2-1 og 4-2. 

Felagsliðið eltir KÍ, sum vann stórsigur 5-0 á B68 á Svangaskarði. Jóannes Bjartalíð (2), Páll Klettskarð (2) og Árni Frederiksberg skutu málini hjá føroyameistaranum.

B36 var á vitjan hjá botnliðnum, Skála, men tað eydnaðist ikki gestunum at vinna dystin. Fyrrverandi Skála-framherjin, Brian Jacobsen, legði annars B36 framum eftir steðgin, men Dávid Johansen javnaði, tá 8 minuttir vóru eftir.

07 Vestur vann sær trý týðandi stig, tá kreppurakta NSÍ-liðið var á vitjan í Sørvági. Mads Borchers gjørdi ikki mætari enn at skjóta trý mál, og so nyttaði lítið, at Hans Marius Davidsen og Klæmint A. Olsen minkaðu um leiðsluna.

Í fimta dystinum í 7. umfari tryggjaði Gutti Dahl-Olsen við einasta málinum í dystinum EB/Streymi trý stig ímóti AB. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563