Tulking hjá danska sjóvinnustýrinum hevur onga ávirkan

Tulking hjá danska sjóvinnustýrinum hevur onga ávirkan
Jenis av Rana, landsstýrismaður, vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at gerast skal serlóg, um fiskiveiðisamstarvið skal broytast
Russiskir trolarar í Kollafirði.
 
06.05.2022 - 12:55

Hóast danska sjóvinnustýrið tulkar ES-tiltøkini móti Russlandi soleiðis, at tey eisini fevna um russisk fiskiskip, ávirkar tað ikki føroyskar myndugleikar.

Russisk fiskiskip kunnu framvegis koma í føroyskar havnir. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at løgtingið hevur samtykt, at skulu stig takast, sum ávirka fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland, skal ein serlóg gerast um tað.

Hann sigur, at embætisfólk eru farin at fyrireika kunngerðina um tiltøk, sum landsstýrismaðurin hevur fingið heimild at seta í verk. 

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Jenis av Rana í útvarpstíðindunum:

1525933

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522