Øssur Hansen givin sum B68-venjari

Øssur Hansen givin sum B68-venjari
Øssur Hansen hevur í dag sagt seg úr starvið sum venjari hjá besta mansliðnum hjá B68. Hann sigur seg ikki hava neyðugu orkuna í løtuni
Øssur Hansen er ikki longur venjari hjá toftamonnum
 
09.05.2022 - 17:53

Øssur Hansen er ikki longur venjari hjá B68. Hann hevur í dag boðað nevndini í felagnum frá, at hann fer úr starvinum, skrivar in.fo.

Fyrrverandi stórspælarin sigur, at besta liðið hevur góðan hóp, men at hann ikki hevur neyðugu orkuna í løtuni at røkja starvið til fulnar.

 - Leikararnir hava brúk fyri einum venjara, sum er fullur í orku og førur fyri at venda gongdini, og eg kenni meg ikki at hava neyðugu orkuna í løtuni, sigur Øssur Hansen sambært in.fo.

Nevndin harmast um avgerðina hjá Øssuri Hansen og skal nú finna nýggjan venjara. 

B68 liggur í løtuni á níggjunda plássi í Betri-deildini við fimm stigum fyri níggju dystir. Liðið hevur ikki fingið stig síðstu fimm dystirnar og er eisini útsligið í steypakappingini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329