KÍ-maskinan melur víðari - HB snávaði aftur

KÍ-maskinan melur víðari - HB snávaði aftur
KÍ vann heili 6-0 á 07 Vestur á Dungasandi í dag, og klaksvíkingar hava framvegis fult stigatal. HB-kreppan versnaði munandi, tá havnafelagið bert fekk javnleik ímóti Skála
Jóannes Bjartalíð skeyt trý mál fyri KÍ ímóti 07 Vestur
 
15.05.2022 - 18:45

KÍ hevur framvegis fult stigatal eftir 10. umfar í Betri-deildini við monnum.

Jóannes Bjartalíð skeyt hattrikk í 6-0 stórsigrinum hjá klaksvíkingum á 07 Vestur í dag. Tvey mál komu upp á brotsspark, meðan triðja málið hjá miðvallarinum kom eftir góðan skallara. 

Hini málini hjá KÍ skutu Mads Boe Mikkelsen, Valerijs Sabala og Dávid Biskopstø Andreasen. 

HB-kreppan versnaði

HB vitjaði á Skála, og hevði trupult við at fáa mál ímóti botnliðnum. Tað eydnaðist í seinna hálvleiki, tá Dan í Soylu skoraði, men seint í dystinum javnaði Pætur Dam Jacobsen til úrslitið 1-1. 

HB hevur bert fingið sjey stig í seinastu sjey dystunum, og líkist alt meir einum liði í kreppu. 

NSÍ hevði møguleikan at lyfta seg burturúr ringasta botnstríðnum, tá AB vitjaði í Runavík, men teir gulu tóku ikki av.

Argjamenn vóru effektivir, tóku av, tá møguelikarnir vóru har og vunnu, tá samanum kom, ein týðandi 4-1 sigur.

Víkingur og B36 koyra á

Tvey lið, sum hava staðið seg væl í seinastuni, Víkingur og B36, hildu á við góðu gongdini.

Sølvi Vatnhamar skeyt hattrikk, meðan Olaf Bárðarson fekk tvey mál í sannførandi 6-0 sigrinum hjá Víkingi á B68, sum er uttan venjara í løtunu.

B36 kom afturum tíðliga ímóti EB/Streymi í einum dysti, sum sá torførur út frammanundan. Útjavnandi málið kom kortini mestsum beinanvegin, og útiliðið vann til endans 5-1 stórsigur við Margáir.

Betri-deildin, menn. 10. umfar
B68 - Víkingur, 0-6
EB/Streymur - B36, 1-5
07 Vestur - KÍ, 0-6
Skála - HB, 1-1
NSÍ - AB, 1-4

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985