Góðar royndir við nýggjum sjóvarfalsdreka í Vestmannasundi

Góðar royndir við nýggjum sjóvarfalsdreka í Vestmannasundi
Dragon Class 4 fór beinanvegin at framleiða elorku inn á netið hjá SEV
Nýggi sjóvarfalsdrekin í Vestmannasundi roynist væl.
Mynd: Minesto  
 
25.05.2022 - 14:23

Fyritøkan Minesto, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, letur væl at nýggja sjóvarfalsdrekanum, Dragon Class 4, sum hevur verið royndur í eina viku.

Sjóvarfalsdrekin fór beinanvegin at framleiða elorku inn á netið hjá SEV, og royndin hevur gingið eftir ætlan.

 

Dragon Class 4 er klárur at sjóseta í Vestmanna.

 

- Farið var undir framleiðslu, so skjótt allar neyðugar forkanningar vóru gjørdar á fyrsta sjóvarfallinum. Alt hevur virkað eftir ætlan, og elorka er framleidd inn á netið, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto, við heimasíðuna hjá SEV.

- Dragon 4 roynist sera væl, og nú verður farið at stilla stýriskipanina, so sum mest av elframleiðslu fæst burtur úr, sigur Bernt Erik Westre, tekniskur stjóri í Minesto, við heimasíðuna.

Sí videomyndir av nýggja sjóvarfalsdrekanum hjá Minesto her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632