Lærarafelagið: Verandi starvsfólk eiga eisini at vísa barnaváttan

Lærarafelagið: Verandi starvsfólk eiga eisini at vísa barnaváttan
Tey, sum søkja lærarastarv, skulu vísa á barnaváttan, men hetta verður ikki kravt av lærarum, sum longu eru í starvi
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, heldur, at tey hava verið størri tryggleiki, um skúlin kravdi barnaváttan frá bæði verandi lærarum og teimum, sum nú søkja starv.
 
31.05.2022 - 16:06

Í morgin, 1. juni, kemur nýggja barnaváttanarlógin í gildi.

Hetta sæsst eisini aftur í starvslýsingum hjá eitt nú lærarum. 

Umframt tey vanligu skjølini sum t.d. lívsrensl, avrit av prógvi og møguligum ummælum, verður nú eisini víst á, at ein barnaváttan skal vera tøk. 

Tað vil siga, at tey, ið nú søkja lærarastarv, skulu kunnu vísa á eina barnaváttan. 

Hetta er ikki eitt krav til tey, ella teir lærarar, sum frammanundan eru í starvi. Tað hava skúlar ikki heimild til í nýggju lógini, sum kemur í gildi í morgin.

- Tað hevði tó verið ein størri tryggleiki, um skúlarnir kundu kravt barnaváttan frá bæði núverandi starvsfólkum og teimum, ið nú søkja, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum:

 

1530839

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360