Lívfrøðiligur heilivágur munar betur enn viðgerð í Kroatia

Lívfrøðiligur heilivágur munar betur enn viðgerð í Kroatia
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað spurningum frá Edvu Jacobsen og Jóhannisi Joensen
Sjúkrahúsverkið hevur higartil sent 20 sjúklingar um árið til Kroatia, men higartil í ár hevur bara ein verið har.
 
03.06.2022 - 08:33

Færri fólk, sum hava gikt ella psoriasis, sleppa nú til Kroatia til viðgerðar.

Sjúkrahúsverkið hevur broytt mannagongd, tí stór framstig eru gjørd í viðgerðini við lívfrøðiligum heilivági.

Sambært  Sjúkrahúsverkinum fáa flestu sjúklingarnir betri úrslit við nýggju viðgerðarmøguleikunum enn við klimaviðgerðini í Kroatia.

 

20 sjúklingar um árið

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu. 

Sjúklingarnír, sum eru farnir til Kroatia, hava verið okkurt um 20 um árið. Higartil í ár hevur ein verið har.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spurdi eisini um viðgerðina í Kroatia og fekk sama svar sum Edva Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025