Fiskiskip og ísbrótaraskip skulu styrkja hermegina

Fiskiskip og ísbrótaraskip skulu styrkja hermegina
Vanlig russisk skip, millum annað fiskiskip og ísbrótaraskip, kunnu nú vera við til at styrkja russiska herflotan.
 
04.06.2022 - 13:45

Tað skrivar Barents Observer.

Spenta heimsstøðan, vesturlendsku revsitiltøkini og avleiðingarnar av russisku innrásini í Ukraina annars hava elvt til, at russiska stjórnin er í holt við at endurskoða sín herflotapolitikk.

Á fundi í russiska herflotaráðnum í síðstu viku varð lagt upp til, at fleiri russisk sivilskip, teirra millum fiskiskip og ísbrótaraskip, kunnu vera við til at styrkja russisku hermegina frameftir.

Teirra uppgáva verður helst serliga at vera við í tilbúgvingararbeiði, sum skal styrkja virkisføri í maritima infrastrukturinum í hesum krígstíðum, sum miðilin skrivar.

Tað verður ikki útgreinað, hvørji skip ætlanin er at brúka til tað.

Mett verður hinvegin, at serliga trolarar og onnur fiskifør kunnu vera væl egnað til tað. Fleiri teirra eru nú virkin í altjóða sjógvi. Atomdrivin ísbrótaraskip verða eisini nevnd.

Russland hevur fyrr eisini brúkt sivilskip sum part av hermegini, men sum skilst er ætlanin at fáa hetta í eina meira skipaða legu.

Varaforsætisráðharrin Yuri Borisov situr við borðendan í herflotaráðnum, sum eisini telur russisk toppembætisfólk og umboð fyri russiska hervaldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815