Landsverk fyrisitið fimm milliardir í átta ár

Landsverk fyrisitið fimm milliardir í átta ár
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Landsverk upplýsir, at stovnurin hevur arbeitt við umleið 1.400 verkætlanum seinastu 15 árini. 
 
13.06.2022 - 15:32

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur svarað Johan Dahl, løgtingsmanni, sum spyr um íløgur og prosjektleiðslu undir landinum.

Fyrispurningurin er í sjey pørtum og snýr seg millum annað um, hvussu Landsverk tryggjar, at gjørdar íløgur eru álítandi og eftirfarandi. 

Landsstýrismaðurin sigur, at svarið til fyrispurningin er yvirskipað. 

Virksemið hjá Landsverki er fjøltáttað og sera umfatandi. Í tíðarskeiðinum 2013-2022 hevur stovnurin fyrisitið tilamans 5,1 milliardir krónur samanlagt í útreiðslum til íløgur, rakstur, viðlíkahald og ymiskt annað, tað vil siga 510 milliónir krónur í miðal um árið.

Landsverk upplýsir, at stovnurin hevur arbeitt við umleið 1.400 verkætlanum seinastu 15 árini. 

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, spurdi Una Rasmussen, landsstýrismann, um Landsverk. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eigur at verða dagførd

- Um innkomin tilboð upp á ávísa byggiverkætlan eru dýrari enn roknað varð við, eigur verklagslógin at verða dagførd samsvarandi ella ikki fara í gongd. Politisk ynski um sparingar í mun til innkomin tilboð eru tí óheppin, sigur landsstýrismaðurin.

Tað er ein sannroynd, at játtanarkarmur og krøv til eina verkætlan av og á ikki samsvara. 

Ein orsøk kann vera, at verklagslógir verða gjørdar og lagdar fyri Løgtingið, áðrenn faklig kostnaðarmeting fyriliggur, sum tekur støði í veruligu krøvunum til bygningar og annað.

Í stórum og torgreiddum bygningsverkætlanum, sum eru í fleiri ár og í fleiri byggistigum, er umráðandi, at veruleikakendar kostnaðarmetingar verða gjørdar, sum byggja á serkunnleika, og har lagt verður upp fyri óvæntaðum útreiðslum, príshækkingum og neyðugum tillagingum av prosjektinum undir bygging. 

Til dømis kunnu bygginevndir, ánarar og brúkarar vísa á nýggjan og broyttan tørv í byggitíðini, sigur Uni Rasmussen millum annað í svarinum til Johan Dahl.

Uni Ramussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938